Innanhýsis stríð í Norðoya Fólkafloksfelag

Formaðurin í Norðoya Fólkafloksfelag, Símun Gullaksen, og einasta tingkvinna floksins, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum sum kunnugt er úr Norðoyggjum, eru enda í orðadrátti í miðlunum.

 

Orsøkin er ein røða, sum tingkvinnan hevði á landsfundi Fólkafloksins, sum var í SALT á Tvøroyri leygardagin.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur umrøddi millum annað evni um, hvørt føroyingar skulu hava frælsi at ganga í haganum ella ikki. Serliga nú ferðavinnan hevur tikið dik á seg, hevur tað elvt til nógvan ampa, serliga hjá bóndunum, at nógv eru farin at ganga í hagum uttan at boða ánarunum frá. Tingkvinnan helt, at vit áttu at seta okkum spurningin, um tað var rætt, at tað var upp til bøndur og røktingarmenn at gera av, hvør skuldi sleppa at ganga hvar.

 

Men orðini hjá tingkvinnuni eru fallin formanninum í hennara egna lokalfelag fyri bróstið, somikið so, at hann svarar henni í almennu miðlunum. Svarið er millum annað endurgivið á r7.fo.

 

Símun Gullaksen vísir á, at sambært galdandi lóggávu er tað júst upp til bøndur og røktingarmenn at taka avgerð um, hvør sleppur at ganga í haganum og nær. Hann nevnir, at hetta yvirhøvur ikki er ein stórur trupulleiki, men tvíheldur kortini um, at Fólkaflokkurin eigur at verja persónliga frælsi og privata ognarrættin, hvør skal siga, at sjálvandi er tað eigarin, sum skal hava ræðisrættin, eisini í haganum.

- So hasar reyðu bóltarnar kunnu vit gott vera fyriuttan, og teir skulu so slettis ikki kastast upp í luftina í Fólkaflokkinum, skrivar hann.

 

Svarið frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir kom í kvøld:

- Ongin skal taka hetta frælsið frá mær at koma við mínum hugsanum. Og slettis ikki formaðurin í Norðoya Fólkafloksfelag, sigur hon.

 

- Landsfundurin hjá fólkaflokkinum er avgjørt rætta staðið at koma við slíkum hugsanum. Tað er har vit skulu kjakast, eisini um viðkvom evnir, har vit ikki eru samd, er viðmerkingin hjá tingkvinnuni.