Klokkan 18.30 í kvøld verður grannauppgerð í Gundadali, har HB fær vitjan av AB.
Meðan HB hevur fokus at vinna seg nærri toppinum og at vinna steypafinaluna og endurvinna FM, so snýr tað hjá AB seg um at vinna seg av aftasta plássi.
Manningarligu fyritreytirnar hjá HB eru góðar. Brynjar Hlöðversson er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur síðani 12. mai, og nýggjur maður er á listanum. Landsliðsspælarin René Shaki Joensen er komin aftur úr Íslandi og í barndómsfelagið. Tað ber við sær, at kappingin um plássini verður uppaftur størri, enn hon longu er.
18. apríl endaði tað 4-3, tá ið HB hevði vitjan av AB. Argjamenn góvu favorittunum í Gundadali ein skarpan gang, og tað varð meiri spennandi, enn tey í HB ætlaðu, at tað skuldi verða.
Tríggir av AB spælarunum, sum vóru við ta ferðina, eru skaddir. Teir eru Rógvi Poulsen, Bárður Olsen og Hørður Tórsson, og so eru tað eisini aðrir á langa skaðalistanum á Argjum. Miðverjin Leivur Holm Joensen er leikbannaður.
Á heimavølli ímóti Víkingi var spælið ikki so nógv verri, enn tað var hjá vinnarunum, men AB tapti 3-0.
-Eftir fjúrtan umfør í fjør høvdu vit skorað sjey mál. Nú hava vit skorað fjúrtan mál, og vit hava ikki mist mótið, sigur AB liðformaðurin Sørin Samuelsen.
HB - AB: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30