Innanhýsis dystirnir kunnu verða avgerandi

Henda greinin úr B68 leikskránni varð umrødd í útvarpssendingini sunnukvøldið. Við loyvi frá B68 endurprenta vit hana

Hesa seinastu tíðina hevur verið skrivað í bløðunum um, at málmunurin hevur ikki so nógv at siga, sum hann áður hevur gjørt, tá støðan hevur verið gjørd upp. Fleiri hava undrast á, at lið, sum hava havt verri málmun enn onnur, hava staðið ovari á støðutalvuni. Talan hevur kortini ikki verið um mistak. Teir, sum gera støðurnar upp í bløðunum hava fylgt teimum reglum, sum hetta kappingarárið hava verið galdandi fyri føroysku landskappingina.

Her skulu vit greiða eitt sindur frá, hvussu tað ber til, at reglurnar vórðu broyttar undan hesum kappingarárinum.

Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum, sum var tíðliga í ár, varð samtykt, at um tvey lið standa á jøvnum, so verður avgerandi, hvussu innanhýsis dystirnir hava hilnast, áðrenn tað verður hugt at málmuninum. Higartil hevur málmunurin verið avgerandi.


Hugskotið úr yngru deildunum

Avgerðin um at innanhýsis dystir skulu viga meiri enn málmunurin, varð serliga grundað á, at tað ofta hevur víst seg í yngru deildunum, at FM heitið er plaserað orsaka av ikki serliga hepnum umstøðum. Hesar umstøðurnar hava t. d. verið, at tvey lið í piltadeildini, smádreingjadeildini, dreingjadeildini og unglingadeildini hava ligið stavn um stavn í stigum. Annað liðið hevur havt mundandi betri málmun, tí tað hevur vunnið stórt í tveimum dystum ímóti einum veikum liði. Hitt liðið hevur havt verri málmun, tí hetta veika liðið ikki møtti til annan dystin. Harvið vann sterka liðið tey trý stigini við málmuninum 0?0.

At hetta meiri enn so hevur verið avgerandi fyri, hvagar FM heitið er farið, mettu føroysku fótbóltsfeløgini at vera óheppið, og tí varð greinin broytt á aðalfundinum.

Nú ljóðar seinna stykkið í grein 33 í kappingarreglunum fyri fótbólt soleiðis: "Standa tvey ella fleiri lið á jøvnum í stigum, eru innanhýsis dystir avgerandi fyri raðfylgjuna. Stendur framvegis á jøvnum, er málmunurin avgerandi fyri raðfylgjuna. Er málmunurin hin sami, er tað liðið fremst, ið hevur flest vunnin mál. Stendur framvegis á jøvnum, verður nýggjur dystur ásettur at leika á uttanveltaðum vølli. Stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður umdystur leiktur samsvarandi grein 5. stk 2. Er støðan framvegis javnleikur, verður sektarsparkskapping samsvarani grein 5, stk. 5".

Hugskotið til broytingina spratt, sum tað er nevnt omanfyri, av umstøðunum í yngru deildunum. Men í reglunum verður einki sagt um, at hetta bara er galdandi í yngru deildunum. Tí er henda greinin eisini galdandi í vaksnamannadeildunum og harvið eisini í bestu deildini.


Málini telja minni

Tað kann væl vera, at so nógv verður broytt, tá 16. umfarið er liðugt leikt og støðan verður gjørd upp. Men undan umfarinum er tað ikki óhugsandi, at nýggja ásetingin kann fara at hava týdning fyri FM heitið.

Hetta verður t. d. støðan, um B68 vinnur á HB, og bæði B68 og HB vinna dystirnar, sum eru eftir at spæla. So fara bæði liðini eftir átjanda umfarið at hava 39 stig. Um vit siga, at B68 vinnur 1?0 á HB, og bæði liðini síðani vinna tvær ferðir 1?0, so fer HB at hava málmunin 36?18, og B68 fer at hava málmunin 41?26. Tað vil siga, at málmunurin hjá HB verður +18, meðan hann hjá B68 verður +15.

Men alíkavæl fer henda ? framvegis hypotetiska ? støðan at bera við sær, at FM heitið endar á Toftum. Tað hevði tað ikki gjørt, um málmunurin hevði verið avgerandi. Men nú eru tað innanhýsis dystirnir, sum fyrst telja, og har er B68 betri fyri. Teir vunnu 4?3 í Gundadali, og sambært hetta roknistykkið vinna teir 1?0 hesa ferð.

Nú fáa vit at síggja, um brúk verður fyri nýggja stykkinum í grein 33. Avgerandi verður dysturin í dag, og so teir, ið eru á skránni komandi tvey vikuskiftini.


Útivøllurin telur ikki

Tað ber væl til at ímynda sær, at FM heitið kann gerast ein kapping ímillum HB og VB, og at kappingin fer at verða avgjørd út frá nýggju ásetingini. HB hevur væl betri málmun enn vágbingar. Málmunurin hjá HB er 34?17 ella +17. Málmunurin hjá VB er 31?18 ella +13. Sambært nýggju ásetingini verður tað HB, sum so vinnur FM. (Aftaná at greinin varð skrivað er málmunurin hjá VB broyttur til +14, meðan málmunurin hjá HB framvegis er +17, blm.).

Tað hevur verið nevnt, at mál skorað á útivølli fóru at hava týdning, áðrenn málmunurin fer at gera seg galdandi, men hetta er ikki so. Málini, sum eru skorað á útivølli, hava bara týdning, tá tað snýr seg um uppflytingardystir ímillum deildirnar. Um tað fer at standa á jøvnum í stigum ímillum HB og VB, so fer tað ongan týdning at hava, at dysturin teirra millum í Gundadali endaði 2?2, og at tann í Vági endaði 0?0. Um tað fer at standa á jøvnum í stigum, og um tað fer at standa á jøvnum í innanhýsis dystum, so verður tað málmunurin, ið fer at gera av, hvat liðið skal hava eina hægri endastøðu enn hitt.