útisetafelag
Seinastu árini hevur tað verið eitt afturvendandi tiltak, at ÍF Føroyar skipar fyri eini innandurakapping í fótbólti í danska høvuðsstaðnum. Og so verður eisini í ár.
Kappingin verður bæði fyri menn og kvinnur, og leikt verður á hondbóltsvølli við girðing. Øll eru vælkomin at melda lið til, og kappingin byrjar leygardagin tann 13. november í Svanemøllen Hallerne á Østerbro.
Kostnaðurin er 500 krónur fyri hvørt liðið. Fýra leikarar eru á vøllinum í senn, og loyvt er at hava ein eykaleikara. Íroknað luttøkugjaldið er døgurði og ókeypis atgongd á Jacques alt kvøldið, um komið verður áðrenn klokkan 24.
Tilmelding fer fram hjá Kristian Eli Andersen á tlf. 26 36 60 57 og hjá Finn Mørk á tlf. 61 30 68 32 í seinasta lagi týsdagin 9. november.