Innandurafótbóltur á jólum

Giza/Hoyvík skipar 26. desember fyri innandura fótbóltskapping fyri vaksin.

 

2. jóladag skipar Giza/Hoyvík fyri ”Reyni Service Cup”, sum er innandura fótbóltskapping fyri vaksin í høllini á Hálsi.

 

Tað eru fýra spælarar á hvørjum liði, og tað er møguligt at hava ein útskiftara. Tó er bert lov at hava ein spælara, sum hevur spælt í Effo-deildini 2015 á hvørjum liði.

 

Innandurkappingin byrjar leygardagin 26. desember klokkan 14. Seinasta freist at tekna seg hjá Giza/Hoyvík er í annaðkvøld. Nummar 1, 2 og 3 fáa vinning.