Nemery Pascale hevur seinasta árið havt samband við Birgir Andreasen hjá Idé møblum. Hon er innanduraarkitektur, og hevur sína egnu teknistovu í Keypmannahavn, har hon arbeiðir sum freelance arkitektur.
Ein dagin ringdi Birgir Andreasen frá Idé-møblum til hennara. Tað bleiv byrjanin til eitt langt og sera gott samstarv teirra millum.
? Birgir hevði bjóðað seg fram sum møblaleverandør til Føroya Tele. Merkið, ið kontórmøblarnir skuldu vera av, eitur Montana. Birgir setti seg í samband við Montana møblar, og bað teir um at ávísa ein innanduraarkitekt. Teir vístu á meg. Og soleiðis kom samstarvið í lag, greiðir Nemery Pascal frá.
Stórrúmskontór
Pascale var alt fyri eitt sera áhugað í samstarvinum.
Upprunaliga var ætlanin, at hon bert skuldi koma við einum uppleggið til, hvussu innbúgvið skuldi setast, men samstarvið menti seg skjótt til at gerast mundandi meiri umfatandi enn so.
? Hatta er jú ein fantastiskur bygningur, sum nú verður únyttaður á bestan hátt. Vit hava tað, ið verður nevnt stórrúmskontór. Tað vil siga, at tað er eitt stórt rúm, har øll hava sítt skiviborð. Man er farin frá at hava smá privatkontór, nú savnar man øll í einum felagshøli, greiðir Nemery Pascale frá.
Hon sigur, at henda skipanin skuldi gjørt arbeiðsumhvørvið og arbeiðssemið betri.
? Tað verður nógv lættari at nýta know-how hjá hvørjum øðrum, um tað ikki eru fysiskar forðingar ímillum arbeiðsfólkið. Tað vísir seg nevniliga, at um fólk skulu ígjøgnum eina afturlatna hurð, fyri at spyrja um ráð ella hjálp, so setast tey ofta aftur. Hurðar virka sum forðingar fyri samstarvi, sigur Nemery Pascale.
Hon leggur tó dent á, at um stórrúmskontór skulu vera effektiv, er neyðugt við neyvari tilrættislegging. T.d. ber jú ikki til, at telefonfólk, sum larma relativt illa, skulu sita saman við fólki, sum mugu hava arbeiðsfrið.
? Vit hava arbeitt nógv saman við starvsfólkinum á Føroya Tele. Tey hava verið røsk at komið við konstruktivum kritikki, og saman haldi eg, at vit hava funnið fram til bestu loysnina, staðfestir Nemery Pascale.
Hon sigur, at eitt, sum onkuntíð gerst ein vansi við stórrúmskontórum, er, at leiðslan velur at seta alt starvsfólki saman, meðan stjórarnir framvegis vilja hava síni privatkontór. Hetta skapar ofta fjarstøðu ímillum starvsfólk og stjórn, men hetta var eingin trupulleiki á Føroya Tele.
-? Tá leiðslan í einum virki setur seg saman við starvsfólkinum í eitt stórrúmskontór, sendir hon nøkur ógvuliga góð signal út. Starvsfólkið kann ikki annað enn hugsa, at um leiðslan kann, so kann eg eisini. Tað er eitt gott fyridømi, sum leiðslan á Føroya Tele so dyggiliga vísti, staðfestir Pascale.
Himmalin og havið
Men tá ið alt kontórinnbúgvið var funnið og ein ætlan var gjørd um hvussu alt skuldi setast upp, fekk Nemery Pascale tillutað nýggjar uppgávur.
? Samstarvið gekk so fyrimyndarliga væl. Øll vóru opin fyri nýggjum hugskotum, og tey tyktust vera glað fyri ráðini og vegleiðingarnar, ið eg gav teimum. Í Danmark kanst tú ikki læra nakran nakað, tí øll vita best sjálvi, og tí er tað so fantastiskt at arbeiða í Føroyum, tí her fyrigongur alt í einum sera positivum anda.
Pascale endaði við at ráðgeva um bæði litir, snið, innrætting av kontórmøblum og innrætting av smálutum, sum t.d. ringbindum, ja snøgt sagt um nærum alt, ið hevði við innrættingina at gera.
Hon sigur, at loysunarorðið í arbeiðnum allatíðina hevur verið flexibilitetur.
Øll starvsfólkini hava eitt skrivaraborð, sum kann hækka og lækka í hædd, og eina reol, við øllum viðkomandi pappírum.
? Hetta er eitt umhvørvið við nógvum samarbeiði og nógvum fundarvirksemi ímillum hesar ymsu deildirnar. Vit avgjørdu tí at seta hjól undir alla skrivstovutgerðina, soleiðis, at tað er gjørligt at taka sína reol við, t.d. upp á næstu hædd, har samarbeiði skal vera í nakrar dagar. So hava tey alt sítt hjá sær, og tá samarbeiðið er liðugt, trilla tey bara alt upp á páss aftur, greiðir Pascale frá.
Hon sigur, at við at geva øllum lutunum hjól, verður rúmið eisini nógv lættari. Tað fær eina sveimandi effekt.
? Tað, sum er so heilt ófatiligt við hesum bygninginum, er útsýnið. So tað havi eg valt, skal vera tað berandi í innrættingini. Tað skulu vera liturin á himmalium og á haganum uttanum bygningin, ið skulu vera dominerandi. Og tað haldi eg, hevur eydnast sera væl.
Privatar kundar eisini
Men hóast Føroya Tele bygningurin nú væl og virðiliga er fingin frá hondum, endar samstarvið ímillum Idé-møblar á Hálsi og Nemery Pascale ikki her.
-? Vit hava bygt eitt ótrúliga gott samstarv upp, og tað vildi verið synd um tað alt fór fyri bakka nú. So hetta er avgjørt nakað, ið vit fara at byggja víðari uppá, staðfestir Pascale.
Hon sigur, at tey longu nú hava nøkur rættiliga fastløgd framtíðar projekt í huganum, men at tey ikki verða almannakunngjørd enn. Talan hevur tó eisini verið um, at privatfólk skulu kunna gera sær dælt av stóru vitan Pascales um innrætting.
? Tað er ikki óhugsandi, at eisini privatfólk fara at kunna seta seg í samband við Birgir Andreasen, um tey ynskja at fáa meg at hjálpa til við at inrætta húsini. Tað er ikki so vanligt í Føroyum at nýta innanduraarkitektar, men eg merki væl, at áhugin er sera stórur. Meðan eg havi arbeitt við Føroya Tele, hava nógv privatfólk spurt meg um ráð, og sýnt arbeiðnum stóran áhuga. So tað verður møguliga eitt tilboð í framtíðini, sigur hon.
Hon sigur, at tað er so lætt at ferðast landanna millum og at halda sambandið um telefonina, at tað ikki fer at krevja, at hon búsetur seg her.
? Eg fari at ferðast aftur og fram ímillum londini, og framvegis hava mína teknistovu í Keypmannahavn. Hvussu nógv eg fari at vera her, veldst alt um, hvussu stórur eftirspurningurin verður, sigur Nemery Pascale, innanduraarkitektur , at enda.