Innandura skjótingin byrjað

Seinasta vikuskifti skipaði Bogaskjótifelagið Ørvur fyri fyrstu innandura kappingunum í vetur í Runavík. Leygardagin skutu børnini á 12 metra frástøðu og sunnudagin skutu tey vaksnu á 18 metra frástøðu. Báðar dagarnar varð eisini endað við finalum.

Bogaskjóting

Íalt luttóku 14 børn, nøkur teirra vóru við fyri fyrstu ferð. Skotið varð í tveimum bólkum - recurve og compound.
Í bólkinum recurve vóru 10 luttakarir og var greitt longu frá byrjan, at Sjúrður Rein, Tambar, var klárt tann besti skjúttin. Sjúrður hevur ment seg nógv og setti hann persónligt met av teimum heilt stóru, hann megnaði at skjóta um 100 stig meiri enn hann nakrantíð hevur gjørt á 12 metra frástøðu í kapping. Annars kann sigast, at tað var sera javnt millum skjúttarnar, sum lógu um miðjuna í bólkinum.
Innleiðandi úrslitini: Sjúrður Rein (276+274) 550 stig, nr. 2 Nikkel Petersen, Ørvur, (236+240) 476 stig , nr. Hallur mortensen, Tambar, (202+207) 409 stig og nr. 4 Bogi Ákason, Vágaskot, (176+231) 407 stig. Allir hesir skjúttar skutu persónlig met.
Síðan varð bólkað til finaluskjóting og varð endaliga støðan á leið tann sama, sum innleiðandi. Sjúrður helt á fram við g´ðari skjóting og í fjórðingsfinaluni setti hann nýtt føroyskt met fyri dreingir, tá hann skeyt 110 stig av 120 møguligum. Bronsufinalan varð skotin millum Boga og Nikkel og endaði 100-88, og gullfinalan varð skotin millum Sjúrð og Hall og endaði 107-70.
Í bólkinum compound var forfall og luttóku bert 4 skjúttar. Allir skutu sítt besta og settu persónlig met. Millum tveir teir best var sera javnt alla tíðina og var tað ikki fyrr enn teir seinastu seks pílarnir blivu skotnir, at avgerðin í innleiðandi kappingini fall.
Innleiðandi úrslitini: Kristoffer Andreasen (283+286) 569 stig, nr. 2 Kaj Johannesen (284+282) 566 stig, nr. 3 Jógvan Elias O. Davidsen (261+274) 535 stig og nr. 4 Magnus Andreasen (271+257) 528 stig. Allir eru úr Ørvi.
Í finaluskjótingini var sera javnt og spennandi. Hálvfinalurnar Kristoffer og Jógvan Elias 113-114 og Magnus og Kaj 104-114. Bronsufinalan Kristoffer og Magnus 110-108. Gullfinalan var, sum man ofta kann ynskja tað, jøvn og neyðugt var við umskjóting. Kaj og Jógvan Elias møttust og skutu javnt 112-112. Fyrsti pílur í umskjótingini var 9-9 og næsti var 9-8.

Úttøka
Bogaskjótideildin hevur gjørt av at nakrir skjúttar skulu sleppa at royna seg í kapping uttanlands í januar-februar 2006 og eru ávís krøv sett til skjúttarnar. Við skjótingini hetta vikuskiftið verður samstundis boðað frá, at tríggir skjúttar megnaðu krøvini.
Sjúrður Rein, Tambar, Kristoffer Andreasen og Kaj Johannesen báðir úr Ørvi.

Vaksin
Her varð eisini skotið í bólkunum recurve og compound. Luttøkan í recurve var nakað sløk, tí okkurt forfall var.
Í recurve bólkinum luttóku 5 skjúttar og legði Eirikur í Jákupsstovu, Ørvur, seg á odd beinanvegin og helt hann hesa leiðslu alla tíðina.
Innleiðandi úrslitini: Eirikur í Jákupsstovu (235+256) 491 stig og persónligt met, nr. 2 Øssur Hansen, Vágaskot, (219+226) 445 stig, nr. 3 Rakul Dam, Tambar, (218+221) 439 stig, nr. 4 Rúni Bang Larsen, Tambar, (214+215) 429 stig og persónligt met, og nr. 5 Tórfinn Hansen, Vágaskot, (203+210) 413 stig.
Í finaluskjótingi var lítil broyting, men vísti tað seg, at skjúttarnir skutu eitt vet betri hvør sær. Bronsufinalan var millum Rakul og Tórfinn og endaði 90-87. Gullfinalan var millum Eirik og Øssur og endaði 103-82.
Í bólkinum compound luttóku sjey skjúttar og má enn einaferð sigast, at sera javnt leikaði á. Í steðginum høvdu Jógvan Niclasen, Tambar, og Schandorff Vang, Ørvur, lagt seg í oddin og vóru javnir í stigum og høvdu sama tal av 10arum og 9arum. Beint í hølunum á teimu komu Jóannes Poulsen og Per Holm Andersen, báðir úr Ørvi.
Innleiðandi úrslitini: Nr. 1 vóru Schandorff Vang og Jógvan Niclasen, báðir (285+282) 567 stigum og enn líka nógvum 10arum og 9arum, nr. 3 Per Holm Andersen (281+283) 564 stig, nr. 4 Jóannes Poulsen (280+272) 552 stig.
Av tí, at javnt var millum tveir skjúttar skuldi kastast lut um, hvør skuldi vera fyrstur og næstur, tá farið varð undir finaluskjótingina. Hetta lutakast vann Schandorff.
Í finalu umførunum vóru tað eisini hesir fýra skjúttarnir, sum lógu fremstir. Í hálvfinalunum møttust Jóannes og Schandorff í sera jøvnum dysti, sum endaði 113-112, Jógvan møtti Per og gjørdi bart, tá hann vann 117-113. Jógvan skeyt her ájavnt við føroyska metið fyri 12 pílar. Bronsufinalan var millum Schandorff og Per. Per førdi aftaná fyrsta umfar við einum stigi, síðan legði Schandorff seg á odda við einum stigi, og næstu tvey umførini skutu teir javnt 29-29 og 29-29. Ein sera spennandi dystur endaði sostatt 115-114. Í gullfinaluni gjørdi Jógvan aftur bart og lat ongan iva vera um, hvør skuldi vinna. Dysturin endaði 116-110.