Aftur í ár verður skipað fyri innandura kapping hjá sjómonnum í Klaksvík. Kappingin verður í KÍ-høllini í Klaksvík, og hava tilsamans 40 skip við fleiri enn 220 leikarum boðað frá luttøku.
Sum vant fáa vinnandi liðini bæði ferða- og ognarsteyp aftur fyri ómakin, og eftir kappingina verður skipað fyri borðhaldi.










