Mánadagin verður árliga innandura fótbóltskappingin fyri skipsmanningar. Týsdagin verður ein stór innandura fótbóltskapping fyri yngri fótbóltsdeildir, sum fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan skipar fyri.
Innandurakappingarnar í Klaksvík eru sera væl umtóktar og nógv lið meldaðu til kappingarnar í fjør. Sjómanskappingin hevur koyrt í nógv ár, meðan kappingin fyri yngru deildirnar fyri fyrstu ferð var á skránni í fjør. Nógv umrødda skipið, Skálaberg vann sjómanskappingina í fjør, meðan HB, Víkingur, NSÍ, KÍ og ÍF øll vunnu hvør sína kapping í innandura fótbóltskappingini hjá Bláu Bylgjun, sum var fyri tær yngri fótbóltsdeildirnar.
Enn ber til hjá teimum ymisku liðunum í yngru deildunum at tekna seg til innandura fótbóltskappingina hjá Bláu Bylgjuni. Hetta kann gerast við at senda ein teldupost til blaabylgjan@blaabylgjan.com ella við at ringja til telefonnummar 261221 ella 258660.










