Í samstarvi við Okkara, skipar Giza/Hoyvík fyri innandura kapping Leygardagin 27 december í høllini á Hálsi. Kappingin er bæði fyri menn og kvinnur, og er bert fyri vaksin.
Á hvørjum liðið eru fýra leikarar á vøllinum í senn. Harumframt er loyvi at hava ein eykaleikara afturat sær. Giza/Hoyvík viðmerkir eisini, at bert er loyvt at hava tveir leikarar á sínum liðið, ið hava leikt í Effo-deildini ella í 1.deild í 2014.
Til ber at melda lið til, við at trýsta á hetta leinkið.
Seinasta freist at melda lið til er fríggjadagin 26 december 2014 klokkan 16:00.










