Vinnandi liðið fær eitt gávukort á 6.000,- kr.
Við hesum verður nú roynt at fáa tað stóru og vælumtóktu innandurðakappingina í Vági á føtur aftur.
Fimm leikarar kunnu spæla inni í senn. Tó ræður liðið sjálvt fyri hvussu nógvir leikarar eru á hvørjum liði.
Um kvøldið ? aftan á kappingina - skipa fyrireikararnir fyri borðhaldi og dansi. Seinni um kvøldið verða besti spælari, besti málskjútti og besti málverji í kappingini heiðraðir.
Kostnaðurin fyri fótbóltskappingina er 150,- kr. fyri hvønn leikara (borðhald og dansur er ikki íroknað ).
Fyrireikarar vilja fegnir hjálpa leikarum norðaneftir at finna innivist í Suðuroynni.
Seinasta freist at tekna lið til er 26 novembur.
Tekning hjá Birna Kærbech tlf. 580054
Teldupost: bir_nik@hotmail.com