Innandura-DM

Sunnudagin verður farið í holt við sonevndu Tele2-Cup, sum er at rokna sum danska meistaraheitið í innandura fótbólti.
Her verður eitt av liðunum sjálvandi AaB, har leikarahópurin nú telur tveir føroyskar landsliðsspælarar.
Hvørt Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen verða partur av hópinum, sum fer í Brøndby høllina at spæla, er tó ikki greitt, men tað er lítið at ivast í, at tað vildi verið kærkomið hjá Jón Róa, um hann við hesum varð slúsaður inn í spælarahópin sum skjótast.
Tað er greitt, hvussu bólkarnir í kappingini verða samansettir. Saman við AaB eru FCK, Viborg og Køge í bólki C. Og so er spurningurin, hvørt AaB verður eitt av liðunum, sum megnar at spæla seg fram til fjórðingsfinalurnar.