Róðrarsamband Føroya hevur bjóðað øllum 6. –og 7. flokkum til innandurða rógvikapping kalla Róðdyst
Kappróður er tjóðarítrótt okkara, og vit í RSF halda at hann eigur, at verða ein natúrligur partur av undirvísingini, serliga í ítróttarundirvísingini, stendur í skrivi frá RSF.
Dansk Forbund for Roning hevur útvikla undirvísingartilfar, sum vit í RSF eru sloppin at brúka, sum vit hava sent víðari til skúlanar. Tilfari hevur fingið góða undirtøku í Danmark, og vanta verður, at einir 7000 næmingar fara at luttaka í ár, sigur RSF.
Undirvísingartilfarið inniheldur fýra skúla-blokkar á umleið 1,5 tíma hvør. Tveir blokkar í ítróttarhøll/stovu og tveir blokkar á rógvumaskinu. Um skúlin ikki hevur rógvumaskinu, so standa flestu kappróðrarfeløg klár at bjóða flokkunum at brúka teirra í neystinum.
Undirvísingartilfarið er uppbygt í næmingatilfar, og tilfar til læraran. Tilfarið til lærarar er ógvuliga nágreiniligt, so ikki er neyðugt hjá lærara at hava nakran kunnleika til rógving áðrenn.
Ætlanin hjá RSF, er so at bjóða øllum teimum flokkum/skúlum sum velja at fylgja tilfarinum til ”Róðdyst” í høvuðsstaðnum einaferð í mai, har vit finna Føroya stinnasti 6. og 7. flokk í rógving.
Kappingin er ein stafett upp á 4000m, har kravi er at allir næmingar í flokkinum luttaka, uttan teir sum eftir læknaboðum ella øðrum kropsligum avbjóðingum ikki kunna.
Meiningin er at skúlanir taka beinleiðis kontakt við kappróðrarfelagið í nærumhvørvinum og avtala so nær venjingarnar fáa verið.
Tíð og stað fyri kappingina verður upplýst seinni.