Kapping
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Dátueftirlitið varpar ljós á eygleiðing og skipaði í hesum sambandi fyri plakatkapping fyri tannáringar, har evnið var eygleiðing.
Endamálið við plakatkappingini var bæði at kveikja áhugan millum ung fyri evninum og at finna eina plakat, sum frameftir kann vera ímyndin av evninum eygleiðing og tiltøkum, sum Dátueftirlitið skipar fyri í hesum sambandi.
Í dag varð vinnarin so kunngjørdur.
Vinnarin gjørdist 16 ára gamli Óðinn Katrinsson Johansen av Velbastað, sum strýkur avstað við vinninginum, sum er ein Iphone 3Gs frá Føroya Tele.
Dómsnevndin segði: Vinnandi uppskotið er tað, sum rakar málbólkin – ungdómin – best. Við einum málburði og stíli, sum møtir teimum ungu har tey eru, verður tosað til teirra í eygnahædd. Plakatin vísir hvussu útstillað vit kunnu vera á netinum. Í dag eru myndatól allastaðni – bæði vakmyndatól, í telefonum, í teldum – og sannlíkindini fyri, at vit vera avmyndað í einari óhepnari støðu er stór. Myndirnar á skíggjanum vísa dømi úr heimasíðuni Failblog.org, um júst hetta, at onnur leggja myndir um persónar og hendingar út til almenningin at síggja.
Við einum formi og stíli, sum tey ungu kenna aftur í, lýsir vinnandi uppskotið á hugtakið eygleiðing á ein einfaldan og beinraknan hátt.