Inn til brotskøstini

Annika Ljósstein fær ikki spælt hondbólt fyrstu mánaðirnar, men brotskøstini kann hon tó taka sær av

Brotskastskjútti

Hóast tað fyri fáum vikum síðani stóð á hesum síðum, at Annika Ljósstein vegna skaða ikki fór at verða á liðnum hjá Stjørnuni komandi mánaðirnar, so taldist hon millum málskjúttarnar sunnudagin.
Ikki færri enn átta ferðir slapp navn hennara á listan, men tað merkir tó ikki, at skaðin er minni álvarsligur, enn roknað varð við. Øll átta malini vórðu nevnliga skotin við brotskasti, og hetta var so eisini tað einasta, sum Annika gjørdi á vøllinum.
- Tað komst kanska einamest av tí, at eg havi gingið og argað hinar á liðnum við, at eg burdi bara tikið mær av brotskøstunum, so vit fingu sum mestu nyttuna úr hesum. Og tá vit so brendu 4 av 7 brotskøstunum móti Neistanum, varð eg brádliga tikin upp á orðið.
- Eg kundi nærum bitið tunguna av mær sjálvari, men tað gekk í øllum førum væl, og sum dysturin lagaði seg, so gjørdi eg eisini tey fyrstu trý málini hjá okkum, sigur hon flennandi.
Sjálv hevur Annika annars ikki altíð verið nakar tryggur brotskaststkjútti, og átta av átta møguligum man vera at kalla eindømi fyri hennara viðkomandi. Hetta hevur tó eisini sína frágreiðing, tí sjálv heldur hon, at tað er munandi lættari at skjóta, tá hon ikki hevur annað at hugsa um.
- Nú kann eg í friði og náðum fyrireika meg til, tá eg næstu ferð skal inn at skjóta. Ikki minst hjálpir tað eisini væl, at vit hava tveir góðar málverjar, og tí kann eg diskutera við tí, sum situr uttanfyri ta løtuna, hvussu eg skal skjóta hvørt skotið. Tað vísti seg í øllum førum at rigga heilt væl hesaferð, staðfestir.
Um skaðan, sum hon altso framvegis dregist við, sigur Annika, at hon í løtuni ikki veit, nær hon kann spæla aftur.
- Tað er festið til aftara krossbandið, sum er rivið nakað. Enn vilja læknarnir ikki leggja tað undir skurð, so fyrstu mánaðirnar eru boðini, at eg skal gera servenjingar av ymsum slag, og so er vónin, at tað lagar seg aftur sjálvt. So tað verður nokk ikki fyrr enn einaferð eftir jól, at vit fáa at síggja, hvussu verður við hesum, staðfestir Annika at enda.