: - Tað er út frá hesum veruleikum, at vit valt at taka stigið fult út og lata upp hesa skrivstovuna, sigur Jónsvein.
Mánadagurin var fyrsti dagur, sum henda skrivstovan var opin. Og sum støðan er í dag standa fimm hús til sølu í ymiskum bygdum í Eysturoynni.
Møguleiki hevur verið hjá fólki at hyggja eftir húsunum á heimasíðuni hjá Inni, og umvegis hesa verða nógv tey flestu húsini seld. Haraftrat hava fólk kunnað ringt fyri at spyrja um hús vóru til sølu.
- Einki er kortini sum tað at kunna hava eitt persónligt samband við kundan.
- Nú kunnu vit so práta saman í sama rúmi, og koma til eina skilagóða loysn fyri allar partar, sigur Jón Simonsen, sum kemur at taka sær av hesum partinum av virkseminum hjá Føroya Sparikassa í Saltangará.
Miðdepil í landinum
Føroya Sparikassi hevur arbeitt við hesum ætlanunum í eina tíð. Nú er tað so umsíðir vorðið til veruleika í einum av miðdeplunum í landinum.
- Tað sum sermerkir hetta alt hetta økið er vinnuvirksemi, virkisfýsni og vøkstur, sum Jónsvein Mortensen tekur til.
Nýggja deildin liggur í hølunum hjá Føroya Sparikassa í Saltangará.
Fyribils er ætlanin, at Jón Simonsen verður á nýggju deildini mánadag og mikudag, men annars er hann altíð tøkur umvegis telefonina.
Hagtølini hjá Inni vísa, at sølan av sethúsum er ikki bundin at árstíðini. Sølan av húsum fer fram alt árið, og sølan bara økist ár undan ári.
Nøgdir
Sum støðan er í dag vísir tað seg, at fólk kring landið, m.a. í Havn, hava stóran hug at búseta seg í Eysturoy.
Enn er kostnaðurin á sethúsum í Eysturoy væl lægri enn í Havn, men verður eftirspurningurin størri, so fer prísurin helst eisini sama vegin.
Uppgávan hjá Inni er at tryggja at seljarin fær so nógv fyri ognina sum gjørligt, samstundis sum keyparin fær ta vøruna hann ætlar sær.
- Fyri okkum er tað týdningarmesta at báðir partar eru nøgdir, tá handilin er liðugur, sigur Jónsvein Mortensen.
Húsameklarafyritøkan Inni er dótturfelag hjá Føroya Sparikassa. Fyritøkan hevur høvuðsdeild í Havn, men í februar lat ein deild upp í Klaksvík, og nú er somuleiðis ein deild latin upp í Runavík.