Inn í jólamánaðin í stórari óvissu

Oddagrein:

Ein av stóru politisku spurningunum í hesum døgum er, hvussu tað verður við fíggjarlógini fyri 2010. Uppskotið er í fíggjarnevndini, og úr henni frættist, at viðgerðin ongan veg er komin enn. Ein av óvissunum er, hvat tað er fyri grundarlag, sum nevndin arbeiðir út frá. Í ólavsøkupakkanum varð karmurin ásettur. Um karmurin skal haldast, so er neyðugt, at sparingar verða framdar fyri 160-170 milliónir krónur. Talan er um sparingar, sum tingið skal samtykkja í løgtingslógum. Uppskotini hesum viðvíkjandi eru ikki løgd fram á tingi enn, og nú fer tíðin at ganga undan.

Ætlanin hevur verið, at álitið frá fíggjarnevndini skuldi leggjast fram 10. desember. Tað er hósdagin í aðru viku. Tingskipanin ásetur, at tað í minsta lagi tekur eina viku frá tí, at eitt lógaruppskot verður lagt fram á tingi, og til tað kann samtykkjast við triðju viðgerð. Tá ið einki av spariuppskotunum enn er komið fyri tingið, ber tað til at gera ta niðurstøðu, at tað ikki ber til hjá fíggjarnevndini at brúka ætlaðu sparingarnar sum grundarlag fyri sínum arbeiði.

Spurningurin er so, um útreiðslukarmurin skal økjast við hesum 160-170 milliónunum, ella um sparingarnar skulu gerast á tann traditionella mátan. Tað vil siga, at eitt sindur verður tikið frá øllum økjum.

Fíggjarnevndarformaðurin og fólkaflokkurin hava markerað, at teir vilja ikki finna seg í, at karmurin ikki fer at halda. Javnaðarflokkurin tykist meira sinnaður fyri at glíða í vælferðarinnar navni, meðan sambandsflokkurin hevur verið eitt sindur ullintur. Løgmaður segði ein dagin, at karmurin ikki var púra fastur, men seinni segði hann her í blaðnum, at hann stóð við ásetta karmin.

Ein onnur óvissa er, um tað er semja innanhýsis í flokkunum um, hvørji tiltøk skulu fremjast fyri at fáa fíggjarlógina at hanga so frægt saman, sum tað er avgjørt, at hon skal. Skulu inntøkurnar økjast við skattahækkingum, og hvar skal sparast.

Norðlýsið visti í gjár at siga frá landsbankastjóranum, at hann er farin at leita eftir fígging til undirskotið. Í fyrstu atløgu skal ein milliard fáast til vega. Um tað fer at ganga, sum tað verður roknað við, so skulu tað komandi árini fáast fleiri milliardir til vega, og tað fer aftur at seta fíggjarlógina undir trýst, tí rentuútreiðslurnar fara at økjast. Tað er eingin óvissa um, at útreiðslurnar til eldraøkið komandi árini fara at økjast. Í vikuni hoyrdist, at Heimarøktin næstu árini fer at hava brúk fyri fleiri hundrað fólkum aftrat, um tænasturnar til tey eldru skulu varðveitast á tí støðinum, tær nú eru.

Óvissan er stór, og avbjóðingarnar eru nógvar. Arbeiðið við fíggjarlógini skal fremjast. Í løtuni tykist tað sum um, at tað verður fíggjarnevndin, sum skal fremja arbeiðið heldur enn landsstýrið. Tíðin er knøpp, og um fíggjarlógin verður jólatrøll, so verður endin ivaleyst løgtingsval. Tað fer bara at gera óvissuna uppaftur størri.