Injector Trawldoors á húsagang

Injector Trawldoors, sum Jan Allan Müller er stjóri í, er farið í gjaldssteðg. Men virksemið heldur fram ótarnað, eftir at nýggjur kapitalur er skotin í eitt annað felag. Tað skrivar Dimmalætting.

Sten Aabo, forstjóri í Injector Trawldoors, sigur við Dimmalætting, at tað hevur verið óreglusemi í fyritøkuni, og eitt av okkara álitisstarvsfólkum er burturvíst. Vit hava nú fingið yvirlit yvir støðuna í felagnum, so vit kunnu halda lív í virkseminum.

Jan Allan Müller er framvegis í felagnum, men virkar sum stjóri, sambært Sten Aabo.

Dimmalætting sigur seg hava roynt at fingið fatur á Jan Allan Müller, men hann er ikki at hitta.

Í hesi vikuni er fráboðan send øllum skuldarum hjá Injector Trawldoors, um at felagið er farið í gjaldssteðg, eftir at ein skuldari hevur kravt felagið á húsagang 23. juni í ár.

Sten Aabo sigur við Dimmalætting, at felagið hevur valt at fara í gjaldssteðg, so at friður kann fáast um fyritøkuna, og allir skuldarar viðgerast rætt.