Á tíðindafundi undan dystinum hjá KÍ móti B36 varð avdúkað, at KÍ og Injector Door hava gjørt sponsorsáttmála. Hesin inniber, at stadion-økið nú verður navngivið eftir Injector, og soleiðis er heitið nú Injector Arena. Eitt navn, sum eisini prýðir alt áskoðaraskýlið.