Iniesta bjargaði Spania

Spania spældi í gjár á heimavølli ímóti Íslandi í bólki F í EM-undankappingini.

Spania sat á mest sum øllum dystinum, men teir høvdu ilt við at fáa bóltin í málið. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 0-0, og serliga íslendski málmaðurin, Arni Arason, stóð ein branndyst við fleiri stórbjargingum. Í seinna hálvleiki bleiv Arason við at bjarga møguleikum frá púra leysum spaniólum, men tá 10 minuttir vóru eftir gav spanska trýstið úrslit. Barcelona-spælarin Andres Iniesta sendi eitt skot fram við Arason, og sostatt vann Spania 1-0.