Í øðini um neyðtøkur

Tað hevur elvt til øði í Irak, at myndugleikarnir hava tikið fýra stjórnarhermenn og ákært teir fyri at hava neyðtikið eina kvinnu í býnum Tal Afar har norðuri í landinum. Hetta er annar tilburðurin av hesum slagnum í seinastuni. Sambært borgarstjóranum í Tal Afar hevur kvinnan greitt frá, at ein hermaður royndi at steðga teimum fýra, men teir vildu ikki lurta eftir honum. Í hinum førinum eru nakrir irakskir løgreglumenn skuldsettir fyri at hava neyðtikið eina 20 ára gamla sunnimuslimska kvinnu í Bagdad.