Jógvan við Keldu, løgtingsmaður
Umráðandi at vera objektivur, áðrenn tú dømir inhabilitetin, og tvingandi neyðugt er, at løgtingsumboðanin hevur fólksliga breidd. Almenna um- og fyrimsitingin krevst mannað við dugnaligum og bókliga vælútbúnum fólki, sum gerst elita hvør á sínum øki.
Ofta er at síggja og hoyra í fjølmiðlum, at vinnulívsfólk eru inhabil í politiskum arbeiði so væl sum í leiðandi nevndarsessum innan fíggjarheimin ella stovnum, sum eru við til eitt nú at játta fígging til eitt hvørt endamál.
Samstundis halda fólk við ymiskligum bókligum útbúgvingum, at løgting, bý- og bygdaráð, nevndir og játtandi myndugleikar átti at verið ein elita av bókliga vælútbúnum fólki, uttan tó beinleiðis at staðfesta, hvussu langa – ella drúgva – bókliga útbúgvingin eigur at vera, ella hvussu henda elita eigur at verða uppbýtt.
Ein demokratisk stýrisskipan – sum Winston Churchill segði um, at hóast hon ikki er góð, so tó tann besta hann enn hevði sæð – er nevniliga grundfest við tí fyri eyga, at geva eina breidd, við eini so ymiskligari vitan og umboðan av fólkinum sum gjørligt.
Búskapargrundarlagið og raðfestingar
Ein elita kann t. d. vera á listarliga økinum. Listin er ótrúliga víðfevnd, hon fevnir eisini um vinnulívið, har ikki so fáir listarligir vinnulívsúrmælingar hava verið og eru.
Í seinastuni hava vit m. a. sæð tveir listamenn, sum halda nógv um tað, teir sjálvir leggja úr hondum: Ole Wick og Carl J.Jensen. Teir eru ovfarnir av, at so fá hava lagt til merkis teirra hendinga ríku skapanarevni, sum teir meta liggja hópin hægri enn hjá øðrum í Norðurhøvum. Her hava vit í øllum førum tvey dømi um raðfestingar.
Føroya løgting er breitt samansett av minst 12 ymiskum yrkistættum. Hetta er demo-kratiið! Tó mást tú staðfesta, at búskaparevnini altíð avgera grundarlagi undir hvørji samtykt og raðfesting. Her verða altíð ymiskar meiningar um rættleika og visjónir.
Inhabilitetur og objektivitetur
Hví er tað so, at tá vinnulívsfólk ella fiskimenn gera sína vitan galdandi á tingi, og koma við tilmælum, tá talan er um vinnupolitikk, fiskivinnu ella í handilsligum høpi, ella t.d. tá borgarstjórar tosa um síni geografisku øki úti um landið, at hesi týðiliga, bæði av tinglimum og fjølmiðlum verða skýrd inhabil. Hesi verða sjáldan vard!
Men t.d. tá lækni á tingi gevur til kennar sína meining, trýstir á og krevur ábøtur innan heilsuverkið, ella t.d. lærari trýstir á útbyggingar innan útbúgvingarverkið, og krevur hægri játtanir til rakstur, hóast játtanirnar stórliga eru øktar seinastu árini, verður so gott sum ongantíð tosað um inhabilitet, men ávís tingfólk, sum eru tilknýtt hesum stovnum, taka undir, og verða væl skorða undir av fjølmiðlum.
Tíðindaflutningur og tingfólkametingar
Hví hetta er so, havi eg einki beinleiðis boð uppá, hóast eg havi mína meting, men lat meg siga, at tað eru hóast alt mong, sum gera sær sínar tankar um subjektivan tíðindaflutning og hesar skeiklaðu metingar eisini framdar av ávísum tingfólkum.
Umráðandi er at vera objektivtur, áðrenn tú dømir inhabilitetin, og tvingandi neyðugt er, at løgtingsumboðanin hevur fólksliga breidd. Almenna umsitingin krevst mannað við dugnaligum og bókliga vælútbúnum fólki, sum gerst elita hvør á sínum øki, um vit skulu vinna longur fram við altjóðagerðini.