Ingvald í Miðlahúsinum

Mikukvøldið klokkan 20 vitjar Ingvald á Kamarinum í Miðlahúsinum.

Ingvald er útbúgvin sosialpedagogur og stjóri á Fjordskolen í Danmark, sum er ein serskúli fyri atferðartruplar næmingar.

Við sær í Miðlahúsið hevur hann Ulrik Jensen, sum er útbúgvin lærari og starvast á Fjordskolen.

Teir báðir fara í felag at greiða frá trupla næmingin og støðu hansara. Frá teirra royndum og frá tilboðnum, ið hansara skúli bjóðar í Danmark.

Eisini siga teir sína hugsan um, hvat teir meta kann gerast í Føroyum, fyri at bøta um støðuna.