Ingunn nýggjur fyrisitingarstjóri

Ingunn Eiriksdóttir er ísett í starv sum Fyrisitingarstjóri í Tórshavnar kommunu. Tað boðar kommunan frá í tíðindaskrivi í kvøld.

Ingunn Eiriksdóttir er 42 ára gomul og búsitandi í Tórshavn. Hon er útbúgvin Cand. Jur. í 2000 frá KU og tók eina Diplomleiðaraútbúgving í 2011 frá Skeiðsdeplinum.

Umframt at hava starvast sum leiðari á Dataeftirlitinum í seks ár hevur hon eisini drúgvar fyrisitingarligar royndir frá Løgmansskrivstovuni og innlendismálaráðnum.