Ingun Eidesgaard er millum teirra, sum bjóða seg fram fyri Javnaðarflokkin til næsta løgtingsval. Tað váttar hon fyri Rás2. Ingun Eidesgaard hevur sagt alment, at hon verður ikki valevni á hesum sinni. Tað verður hon kortini.
- Eg havi hugsað meg sera væl um. Eg veit, hvat tað inniber at vera politikari. Tað krevur eina rúgvu. Eg eri komin til ta niðurstøðuna, at eg eri sinna at stríðast fyri einum plássi í løgtinginum, sigur Ingun Eidesgaard, sum eisini er forkvinna í Demokratia.
Hon er dóttir Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formann í Javnaðarflokkinum.