Ingu Arge til minnis

fødd 23. desember 1965 deyð 29. juli 2007

Saknið tungan harmin vekur, at so dátt vit mistu teg.

 

Ikki vardi tað okkum Inga, tá ið vit skiltust ólavsøkumorgun, at næstu boðini, vit fingu fáar tímar seinni, vóru, at tú vart farin. Og nú fáar dagar eftir skilja vit framvegis ikki, at vit ikki skulu síggja teg aftur í lívinum.

 

Tað er so ófatiligt, at ein so lívgevandi menniskja sum tú skuldi láta lív, best sum alt var farið at gangast tær so væl. Tú - sum altíð vart góð í ráðum, gav tær stundir at lurta og komst við eini hjálpandi hond, tá ið á stóð.

 

Vart farin undir útbúgving, eftir at lív títt fekk aðra kós enn hana, tú áður helt, tú skuldi halda. Tað gekst tær so væl til próvtøkuna, og nú tú vart komin heim at ferðast, hevði tú fingið fólk at umvæla tær húsini, og so skuldi tín partur ikki liggja eftir hesar góðu og turru summardagar. Tú málaði húsini og hampaði tær garðin, so hann ikki fór í órøkt ta tíðina, tú fórt at vera burturstødd í lestrarørindum.

 

Og væl bar til hjá tær; og tað vita ikki bert vit nærmastu, men eisini býarfólk ta tíðina, tú starvaðist sum gartnari og røkti blómur, beð og trø í býnum. Tað var so gróðurfest í tær, at eisini eyguni krevja vakurleika til tess, at lívið skal ganga upp í eina hægri eind.

 

Men hendan arbeiðsgleðin gjørdi, at tú kanska ikki gavst tær far um, at hvíld skal til. Tú stríddist við eina sjúku, sum kravdi, at tú hvíldi javnan, men hvussu kundi hon sameinast við eina so virkna mennisku sum teg, Inga? Eftir sita vit og brigda okkum, at vit ikki tóku á okkum ein part av tí arbeiði, sum tú vildi hava frá hondini, men summartíð er, og tá er ofta ringt at fáa alt at ganga upp. Hvør stákast við sítt.

 

Inga, tú ert ikki bara farin frá okkum, men eisini frá foreldrum, systkjum og ikki minst frá tveimum børnum, sum nú skulu royna at fóta sær í tungu tíðini, sum stendur fyri framman. Vit vita, at pápin og hansara umframt foreldur tíni og teirra fara at gera sítt til, at lívsleiðin verður teimum bjørt, men vita skalt tú, at okkara partur skal ikki liggja eftir at hjálpa teimum til eitt gott lív og at varðveita minnið um teg, Inga. Eina livandi, gevandi og ærliga mammu, dóttur og vinkonu.

 

Vinfólkini