Ingrid Møller í Smiðjuni

Fríggjadagin 21. juni letur danska listakvinnan Ingrid Møller upp framsýning sína ”Færøerne, forførende frihed” í Smiðjuni í Lítuvík.

Um heitið á framsýningini ”Færøerne, forførende frihed” sigur Ingrid, at heitið sipar til hennara kenslur í sambandi við okkara stórslignu náttúru. Málningarnir er so gott sum allir akrylmálningar. Í fleiri av málningunum er tað serliga ljósið tá sólin fer niður og tá sólin kemur upp. Hetta skiftið millum ljós og myrkur er sera spennandi og leggur upp til litrík listaverk.

Ingrid Møller er kend í Føroyum. Hon hevur búð í Føroyum og hevur seinastu árini havt fleiri framsýningar her. Í sambandi við framsýningina hevur Ingrid Møller tvær eksklusivar workshops í eksperimenterandi akvarel mánakvøldið og týskvøldið, har áhugað kunnu seta seg í samband við hana í Smiðjuni. Fríggjadagin 21. juni kl. 14er fernisering. Framsýningin er opin til og við mikudagin 26. juni.