Í døgunum 11.-16. august fer danska listarkvinnan, Ingrid Møller, at hava framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har hon fer at hava opið frá klokkan 12-18.
Ingrid Møller, sum er ógvuliga hugtikin av Føroyum, føroysku náttúruni og skiftandi veðurlagnum, hevur verið nógv í Føroyum, og í sínari tíð arbeiddi hon eisini her.
Gjøgnum árini hevur hon havt fleiri framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík.
Í samband við framsýningina hesaferð verður fernisering fríggjadagin, 11. august klokkan 14, og her eru øll sjálvsagt hjartaliga vælkomin.
Framsýningin hevur heitið ”In the middle of the ocean”, sum leiðir til okkara 18 smáu oyggjar her uppi í tí harðbalna Atlantarhavinum.
Við sær á framsýningini hevur Ingrid Møller serliga akrylmálningar – við bæði kendum og eksperimenterandi motivum og tulkingum úr Føroyum.