Danska myndlistakvinnan, Ingrid Møller, sum nógvar ferðir hevur vitjað í Føroyum og sum eisini hevur havt fleiri framsýningar her, fer nú aftur at sýna fram síni listarverk í Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin, sum letur upp við fernisering hóskvøldið hin 1. august, verður opin frá og við 2.-6. august, allar hesar dagarnar verður opið frá klokkan 12-18. Tá fernisering verður hóskvøldið, verður opið frá klokkan 19-20.30, og her eru øll hjartaliga vælkomin.
Tað er eingin loyna, at Føroyar hugtaka donsku myndlistakvinnuna, sum eisini hevur ein stóran als til okkara land og oyggjar. Tað er í Føroyum, at hon fær sín íblástur, og á framsýningin hesaferð er tað serliga náttúran kring Vestmanna, sum fyllir nógv.
Hjá Ingrid Møller er tað ljósið, litirnir, skapini og skiftandi stemningurin, sum sermerkir hennara list. Hon gevur náttúruni eina máttmikla og abstrakta uppseting, sum vekir huglag og kenslur hjá teimum, sum síggja verkini.
Livandi pensilsstrokini tulka linjurnar og ráu skapini í bláskorum, og fleiri løg av liti skapa fjallalandsløg og geva myndaflatuni eina dýbd.
Tom Jørgensen, sum skrivar um list í Jyllandspostinum og sum er redaktørur á Kunstavisen, skrivar soleiðis um listina hjá Ingrid Møller í bókini ”101 kunstnere 2017”:
- Ingrid Møller hevur valt sína egnu leið. Eina leið, sum er ímyndandi, men sum samstundis hevur mong abstrakt element og eina rúgvu av livandi og talandi megi. At síggja listina hjá henni er sum at standa mitt í einari jarðfrøðisligari tilgongd. Tú kennur teg lítlan, ovfarnan og hugtiknan.
Ummælarin leggur aftrat, at Ingrid Møller ræðist ikki stóru armsveiggini og stóru kenslurnar, og tá hon hevur listarligar dygdir at lýsa hesi viðurskifti, verður tú hugtikin av hennara list, sum situr leingi í minninum, eftir at tú hevur skoðað verkini.
##med2##
Tað eru mong í Føroyum, sum kenna donsku myndlistakvinnuna, Ingrid Møller. Hon hevur nú eisini keypt sær hús í Vestmanna, sum eitt nú skulu hýsa hennara listaverkstovu.
Ingrid Møller er útbúgvin á Danmarks Design Skole, Århus Kunstakademi, Grafiska skúlanum í Århus og Kunstskolen Spektrum í Keypmannahavn. Hon hevur diplomútbúgving í myndlist og frálærufrøði.