Ótrúligt, men satt
mostir 80 ár
Tíðin flogin...
So stutt síðan
mostir var ung
vit vóru smá
Í stórbýnum settu tit búgv
Tvísporaðir vegir og høg fjøll
eitt fjálgt býarhjarta
umgyrt av lívi
Fótbóltsvøllur við skýli
8-horna kiosk
heimsins bestu kramarhús
kondittari á horninum
Svimjihøll og hitarúm
Hjá Arna, Heygabúðin, Skovs og Hopo
Kallsoyarstivlar, anorakkar og ketildragtir
Føroya Bjór og Dávavirkið
Út í Grøv
niðan á Kærlighedsstigen
Og síðan heim í Kráargøtu at spæla
Uttanfyri mostur´sa vakri urtagarður
Eitt lithav av blómum, rósutrøum,
og smalum gøtum
klæddar við ævintýrkendum skeljum
Vakrari grind og inngongd
gulir og reyðir flisar
sum søgdu
vælkomin børn
norður til mostur
Á grasplenuni var allur heimurin nær
lívið var summarferia
nýbakaðir bollar
mostir í kitli og turriklæði
ella
mostir í gulari baðihettu og bláari svimjudragt
málaði, vaskaði, lúkaði og bakaði
ella
liggjandi í dreyma heingjukoyggjuni
meðan vit vassaðu og tvassaðu
í bláa og reyða plastikhavinum
Takk mostir
fyri minnisríkar løtur
tær ríkaðu
okkara barnaverð
Gleðiligt var tað
at tit fluttu suður
Nú vesturskynið lýsir
á tykkara lívsvegi
røsk enn tit eru
og røkin tit bæði
Vakurt er heim tykkara
innan og uttan
eydnu og gleði
tit bæði
á áttatiára degi
Ynskja við takkarkvøðu
Systurbørn tíni