Ingrid Betancourt deyðasjúk

Óváttað tíðindi vilja vera við, at fyrrverandi kolombiska forsetavalevnið Ingrid Betancourt hevur ikki nógvar dagar eftir at liva

-Vit vóna tað besta. Vit hava gjørt tað, sum stendur í okkara makt, og nú bíða vit bara eftir, at vit sleppa at veita Ingrid hjálp, sigur franski uttanríkisráðharrin, Bernard Kourchner.

 

Ingrid Betancourt hevur verið gísli hjá vinstrasinnaðu rørsluni FARC í Kolombia seinastu seks árini. Herfyri frættist, at hon var sjúk, og seinastu dagarnar hevur ljóðað, at hon hevur bara nakrar dagar eftir, fær hon ikki hjálp.

 

Ingrid Betancourt var gift fransmanni og er tí franskur ríkisborgari. Frakland sendi í gjár ein lækna og røktarfólk til Kolombia, eftir at samráðingar hava verið við FARC um at lata Ingrid Betancourt leysa. Nicolas Sarkozy, forseti, segði í gjár, at kolombisku myndugleikarnir eru gingnir við til at steðga øllum hernaðarligum atgerðum, so Ingrid Betancourt kann fáa hjálp.

 

Men ein tíðindamaður hjá BBC, sum hevur fylt málinum, sigur seg hava smáar vónir um, at burturflytararnir fara at lata Ingrid Betancourt leysa, sjálvt um hon er illa sjúk.