Ingolf Lamhauge 40 ára starvsdagur

1. oktober 2006 hevur Ingolf Lamhauge 40 ára starvsdag. Ingolf fór til Havnar í skrivstovulæru 1. oktober 1966 á Føroya Gjaldstovu, har hann kom at starvast innan tollumsitingina. Ingolf vísti skjótt, at hann gekk upp í sítt arbeiði við lív og sál, hann var stak dugnaligur og nærlagdur og arbeiði var væl úr hondum greitt og ikki var neyðugt at koma afturumaftur, tað var heldur ikki neyðugt at biða Ingolf gera hetta ella hatta, hann gjørdi tað bara, tað var ein frægd at arbeiða saman við honum

Ein stórur partur av hansara floksfelagum fóru, tá til Havnar í skrivstovulæru bæði í bankar og á almennar stovnar, ikki kann sigast annað enn at hetta hevur verið ein góður árgangur at skúlanæmingum, nógv teirra sita í góðum størvum í dag. Hesi ungu hildu nógv saman hesi árini í Havn, tá í tíðini var øðrvísi ferðasamband, sum viðførdi at tey ungu leigaðu sær kamar og fóru bert heim í vikuskiftinum.
Nøkur av hansara vinfólkum búgva framvegis Havn, meðan fleiri teirra hava fingið starv aftur í Eysturoynni og er Ingolf ein teirra.
Ingolf flutti inn aftur í Eysturoynna í 1973 har hann 1. januar 1973 bleiv settur sum deildarleiðari á Gjaldstovuni í Saltangará, sum bleiv sett á stovn 7. februar 1966, tá vóru tey bert 3 starvsfólk. Sum leiðari skuldi Ingolf eisini eitt skifti røkja uppgávuna sum tollari í økinum, til ein tollari bleiv settur burturav til hesa uppgávu nøkur ár seinni.
Í 1988 blivu tey 6 starvsfólk tá 2 næmingar komu í læru á deildini. Í 1988 broytti stovnur navn til Føroya Tollstova, tollumsitingin bleiv tikin burturúr Føroya Gjaldstovu og í 1993 bleiv enn ein broyting gjørd tá skattaumsitingin bleiv løgd saman við tollinum og fekk stovnurin enn eina ferð nýtt navn til Toll- og Skattstova Føroya. Øll henda broyting hevur kravt nógv av einum leiðara, men so stillførur sum Ingolf er, hevur hann duga væl at umstilla seg, hann er væl fyri á tí fakliga økinum, hevur gingið nógv ár á Handilsskúl¬anum um kvøldarnar og eitt skifti arbeiddi hann hjá Sp/f Grannskoðarastovan á Skála, eisini hevur hann sitið í Líkningarnevndini í Runavík. Hetta hevur givið honum góðan førleika fyri at klára tær nýggju avbjóðingarnar í arbeiðinum so væl, hansara deild var ein tann best umsitna hjá stovninum. Ingolf dugir væl at umgangast bæði kundar og starvsfólk, fleiri hava arbeitt har í nógv ár, í dag starvast 31 fólk á deildini.
Vit ynskja honum og familju hansara hjartaliga tillukku við 40 ára starvsdegnum.