Í tvær ferðir á fýra summarmánaðir í 1895 og -96 gjørdi kryssarin "Ingolf" eina rannsókn av djúphavinum millum Ísland og Føroyar og út fyri Vesturgrønlandi. Hendan rannsóknarferðin gjørdist byrjanin til eina røð av øðrum donskum djúphavsrannsóknum.
Hóast veðurlagið var trupult og nógvur ísur tarnaði rannsóknini, vóru túsundtals mátingar gjørdar av teimum alisfrøðiligu viðurskiftunum (hiti, salt innihald v.m.). Eisini vóru fleirtals djúphavdjór tikin við heim at kanna. Haraftrat eru mangar fotomyndir av lívinum umborð og av vitjanum á landi eisini varðveittar. Millum annað er ein mynd við fýra føroyskum kvinnum og sjey føroyskum monnum, sum eru avmyndað umborð á "Ingolf" á eini vitjan á Havnini, við á framsýningini. Vit kenna ikki hesar føroyingar, so forvitnisligt hevði verið um onkur kendi hesi aftur. Avrit av hesum myndunum verður eisini givið Fornminnissavninum.
Eftir íslendskum ynski hevur djúphavslívfrøðingurin, dr. phil. Torben Wolff frá Zoologisk Museum, sett upp eina stóra framsýning um rannsóknarferðina. Framsýningin er í 1995 sýnd í Norðurlandahúsinum í Reykjavík og tveimum øðrum býum í Íslandi. Í 1996 var framsýningin á Zoologisk Museum í Keypmannahavn. Og frá 1996 til -98 ferðaðist framsýningin millum seks býir í Vesturgrønlandi.
Framsýningin umfatar tilbúningar av ymsum djórum, kort og tekningar, koparprent og litmyndatalvur frá tí stóru rannsóknarfrágreiðingini í 15 tjúkkum bindum umframt eitt størri úrval av teimum sera áhugaverdu fotomyndunum.
Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið, tá ið framsýningin letur upp í dag kl. 15.00. Hon verður opin til sunnudagin 27. juni.