Ingo er deyður

Svenska boksilegendan, Ingemar Johansson doyði ígjár, 76 ára gamal

Nevaleikur

 

Ein av størstu legendunum í svenskari ítróttarsøgu, arbeiðarasonurin úr Gøteborg, Ingemar ”Ingo” Johansson doyði ígjár í heimbýnum, Gøteborg 76 ára gamal. Seinastu árini livdi Ingo ikki væl, og hevði hann alzheimersjúkuna. Ingemar ”Ingo” Johansson gjørdist heimsgitin, tá hann tann 26. juni í 1959 gjørdist heimsmeistari í tungvektsboksing. Minniligu finaluna vann á einum øðrum legendariskum boksara, nevnliga Floyd Patterson. Dysturin vardi bert trý umfør, til dómarin steðgaði dystinum, tí tá hevði Ingo sligið Patterson í gólvið fleiri ferðir. Seinni vann Patterson tó á Ingo á tveimum sinnum.

 

Fylgdu við í Føroyum

Ingo vann eisini OL-silvur í Helsinki í 1952, og seinni vann hann eisini europameistaraheitið í tungvektsboksing. Hann hevði eitt tiltikið hart slag, og vóru mótstøðumennirnir hjá honum nógv í verjustøðu, fyri at sleppa undan tiltiknu sløgunum hjá Ingo. Tá Ingo vann gjørdist heimsmeistari tann 26. juni í 1959 sótu heilar tríggjar miljónir svenskarar uppi, fyri at fylgja við í svenskum útvarpi. Eisini í Føroyum sótu fólk uppi hesa náttina, fyri at fylgja svenska útvarpinum á millumbylgju. Millum teirra, varð pápi tann, sum skrivar hesar reglur. Hann sat uppi um náttina norðuri í Fuglafirði, fyri at fylgja við tí spennandi boksidystinum. Seinast í 1950-unum, og fyrst í 1960-unum varð Ingo tann kendasti norðurlendski ítróttarmaðurin í Heiminum. Nógv ítróttarlið í Svøríki hava havt tøgn í ein minutt í dag, fyri at minnast stóra ítróttarmannin, Ingemar Johansson. Ingo var ein maður av fólkinum, sonur ein kommunalan arbeiðsmann, og fólkahetja í Gøteborg. Í Gøteborgsposten er tað vorðið fólkakrav, at standmynd verður reist av Ingo.