Ingilín D. Strøm handlaði skjótt

Í vár fekk landsstýriskvinnan eina áheitan frá Føroya Fiskimannafelag um at broyta arbeiðstryggingarlógina, og longu nú er uppskotið lagt fyri løgtingið um broytingar.

Á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag í dag er greinastubbi við yvirskriftini "Ingilín D. Strøm handlaði skjótt".

 

Greinin snýr seg um eina áheitan frá felagnum á landsstýriskvinnuna um at broyta lógina um arbeiðsskaðatrygging.

 

- Tað eru dømi um, at ein sjómaður, sum fekk skaða í 2011, fekk 180.000 krónur í endurgjaldi um árið.

 

Í dag fær sami sjómaður framvegis 180.000 krónur í endurgjaldi, og tískil er gjaldið óbroytt øll hesi ár.

 

- Endurgjaldið er framvegis 180.000 krónur um árið, tó at onnur endurgjøld síðan 2011 eru hækkað við sløkum 23 prosentum.

 

Í Føroya Fiskimannafelag vísa tey á, at undir lógini, sum nú er, minkar útgjaldið í veruleikanum, tí realvirðið minkar so hvørt, sum lønir fara upp.

 

- Um tær 180.000 krónurnar í 2011 vórðu javnaðar sambært einari aðrari grein í arbeiðstryggingarlógini, hevði gjaldið í 2022 verið 263.535 krónur.

 

Í greinini verður víst á, at Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, fekk eina áheitan frá Føroya Fiskimannafelag í vár um at broyta lógina. 

 

Her skeyt felagið upp, at endurgjaldið fyri mistan vinnuførleika eftir arbeiðsskaða eigur at fylgja lønarvøkstrinum.

 

Og longu nú, hin 23. august, er uppskot um at broyta lógina komið í løgtingið.

 

- Vit fegnast um, at Ingilín D. Strøm tók undir við okkara áheitan og handlaði skjótt, siga tey í Føroya Fiskimannafelag í dag.