Ingilín Didriksen Strøm heldur flaggrøðuna í Vestmanna

Í Vestmanna verður flaggdagshaldið í dag klokkan 15 uttan fyri Miðhøllina.

 

Tað er Vestmanna hornorkestur, ið skipar fyri.

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna, heldur røðu.

Aftaná hevur Vestmanna Kvøldskúli framsýning av handaligum arbeiði í Auluni. Framsýningin er opin til klokkan 18.30.
Eisini er søluframsýning av glaslist. Innkomni peningurin verður brúktur til tilfar og útgerð til undirvísingina í glaslist.

Øll eru vælkomin til drekkamunn í Miðhøllini.