Ingigerð á Trøðni 65 ár

Sunnudagin 18. januar fyllir Ingigerð á Trøðni í Havn 65 ár.

Ingigerð er fødd á Frederiksberg, dóttir Karen, f. Olsen, úr Helsingør, og Heina á Trøðni úr Havn.


Eftir lokið studentsprógv tók hon læraraprógv á Københavns Dag- og Aften Seminarium í 1969. Hon var lærari í Hvidovre frá 1966-70. Frá 1970-85 var hon lærari á venjingarskúlanum í Havn, samstundis sum hon undirvísti á Føroya Handilsskúla frá 1975-85.


Í 1983/84 var hon á árskeiði á Fróðskaparsetri Føroya við serligum denti á siðsøgu og enskt. Saman við Marionnu Simonsen hevur hon greitt úr hondum lærubókina Maskinskriving I .


Síðan 1985 hevur Ingigerð verið stjóri á Kunningarstovuni í Havn. Eitt av hennara hjartamálum er gongubólkurin hjá Felagnum Tórshavn, sum hon saman við øðrum var við til at stovna í 1993. Tey skipa fyri gongutúrum í Føroyum og eisini uttanlands. Hon er eisini ferðaleiðari á gongutúrum, eitt nú í gomlu Havnini.


Ingigerð er gift við Kjartani Kristiansen úr Havn, tey eiga døturnar Kristinu og Sissal umframt ommu- og abbabørn.