Leiðarin á Kunnignarstovuni í Havn hevur verið í Spania og tikið í móti viðrisløn, Kunningarstovan hevur fingið tilluttaðað fyri at skipa fyri gongurtúrum við ferðaleiðara bæði í Havn og kring landið annars.
Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunningarstovuni, er í hesum døgum í Dnamark á veg heim aftur úr Spania.
Hon greiðir frá, at hon fekk fráboðan um, at Kunningarstovan hevði fingið hendan heiðurin tillutaðan, og at takast skuldi í móti virðirslønini í Spania, um Kunningarstovan skuldi hava hana.
Tað vóru latnar virðislønir til umleið 130 fólk, ið møtt vóru á samkomu í Sania, sigur Ingigerð á Trøðni. 150 fólk og stovnar vóru innstillað, men tey, sum ikki møttu, fáa so onga heiðursløn.
?Eg eri ógvuliga fegin um hesa viðurkenningina, og eg kenni meg at vera komna í sera gott selskap, sigur Ingigerð á Trøðni.
Har vóru fólk úr mestsum øllum heiminum, sigur hon. Nógv vóru úr Karibia, og sera nógv vóru bæði úr Afrika og úr Eystureuropa.
Ein teirra, sum fekk hesa virðirlnina, var ein suðurafrikanari, sum hevði ein heldur øðrvísi matstovu. Talan var um eina matstovu, um lá inni í eini gjógv, sum siglast mátti til, og har inni lá so matstovan sum á einum kópalátri, greiðir Ingigerð á Trøðni frá.
Í hesum sambandi kemur hon inn á, at tað kanska kundi verið stuttligt at roynt okkurt sovorðið her hjá okkum. Vit hava umstøðurnar at gera tílíkt, vísir hon á.
Ein teirra, sum fekk virðislønina, var ein gamal fransmaður, sum í áravís hevur skipað fyri einum pianofestivali, ið er vorðin eitt tiltak, ið heimskendir pianistar kappast um at sleppa við á.
Kunningarstovan í Tórshavn hevur fingið virðislønina fyri teir gongutúrarnar við ferðaleiðara, sum skipað hevur verið fyri í áravís. Bæði gongutúrarnar út í Tinganes eins og teir túrarnar, skipað hevur verið fyri kring landið, sigur Ingigerð á Trøðni frá.
Hóast virðislønin er latin Kunningarstovuni eftir innstilling, ber ikki til at fáa at vita, hvør tað er, sum innstillað hevur, sigur Ingigerð á Trøðni. Men hon tekur aftur í aftur, at hon er sera errin og fegin um hesa viðurkenningina.