Ingibjørg skoraði tvey Europa Cup mál móti Malaga

Evropeiska ævintýrið hjá ÍBV endaði niðri í Spania

Hetta vikuskiftið hava Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV spælt fjórðingsfinalur í Europa Cup móti sterka spanska liðnum, Costa del Sol Malaga. Báðir dystirnir eru leiktir í Malaga.

 

Ígjár vann Malaga trygt fyrru fjórðingsfinaluna 34-23 (19-12).

 

Í dag var Malaga á odda 18-13 í steðginum og harvið samanlagt 52-36. Í seinna hálvleiki fingu óroyndari spælarar møguleikan, sambært heimasíðuni handbolti.is.

 

Ingibjørg Olsen megnaði at skjóta tvey mál í dystinum í dag, sum Malaga vann 34-27, og harvið ein samlaðan 68-50 sigur.

 

Í ÍBV staðfesta tey, at evropeiska ævintýrið er liðugt á hesum sinni. 

 

ÍBV leikti átta Europa Cup dystir í hesari kappingini, og tær vunnu fimm og taptu tríggjar.