Ingibjørg hevur longt við ÍBV

Ingibjørg Olsen hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við ÍBV

Ingibjørg Olsen verður aftur at síggja í íslendskum hondbólti komandi kappingarár.

 

ÍBV boðar frá, at felagið hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Ingibjørg.

 

Ingibjørg spældi nógv við U-liðnum hjá ÍBV undanfarna kappingarár, men slapp sanniliga eisini at royna seg á besta liðnum hjá ÍBV.

 

ÍBV vann seg - eins og H71 - í fjórðingsfinalurnar í Europa Cup kappingini undanfarna kappingarár.