Ingibjørg vann í Sørvági

Barnaróður gentur: FM spurningurin verður svaraður á ólavsøku

Tað er stórur spenningur í FM kappingini millum Huldu av Tvøroyri og Ingibjørg hjá Havnar Róðrarfelag.

Hulda er eitt stig undan Ingibjørg, sum í dag vann í Sørvági. Harvið er FM spenningurkin varðveittur. Hulda er bara eitt stig undan Ingibjørg. Tann av hesum báðum bátum, sum verður fremri á ólavsøku fer at vinna FM.

Eftir tveir sigrar á rað endaði Ingibjørg nummar trý á varmakeldu. Á fjarðastevnu á Stondum var Ingibjørg næstfremst, og í dag eydnaðist tað havnargentum at vinna á Huldu, sum hevur verið fremst undanfarnu ferðirnar.

Ingibjørg legði seg skjótt eina bátslongd framum Huldu, sum í endaspurtinum royndi at svara aftur, uttan at tað eydnaðist.

Beinta og Rókur fóru stavn um stavn um málið, og báðir bátarnir vórðu dømdir at verea nummar trý.

1 Ingibjørg 2:41.25

2 Hulda 2:43.02

3 Beinta 2:45.21

3 Rókurin 2:45.21

4 Tambar 2:46.09

5 Spógvin 2:47.18

6 Heykur 2:48.16

7 Dúgvan 2:48.35

8 Ørnin 2:51.18

9 Karin 2:53.00

10 Sílið 2:53.35

11 Fiskurin 2:56.10

12 Títlingur 2:59.23

 

FM

1 Hulda 39

2 Ingibjørg 38

3 Rókurin 29