Í Íslandi er Ingibjörg Sólrún Gísladóttir til reiðar at halda fram sum formaður í Samfylkingini Í seinastuni hevur ljóðað, at íslendski stjórnarflokkurin Samfylkingin skuldi hava nýggjan formann, tí at Ingibjörg Sólrún Gísladóttir ætlaði at taka seg burtur úr politikki.
Men á tíðindafundi í morgun boðaði hon frá, at hon stillar upp aftur á komandi altingsvalinum, og at hon stillar upp aftur til formansstarvið, tá Samfylkingin fer at halda ársfund í næstum.
Ingibjörg gjørdi greitt, at Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, skal standa á odda fyri valstríðnum hjá Samfylkingini til komandi altingsvalið.
Jóhanna Sigurðardóttir og Ingibjörg Sólrún Gísladóttir stilla báðar upp í Reykjavíkarvaldøminum sum ávikavist 1. og 2. valevni.










