Ingibjørg Hansen, sum er úr húsunum, sum tað sigst at kópakonan búði í í Mikladali, sang fyri teimum við standmyndina.
Seinnapartin vitjaði krúnprinsfamiljan í Fugloy og Kallsoy. Fjølmiðlarnir sluppu ikki við út í Fugloy, men sum skilst fingu tey fyrst lunda at eta, áðrenn tey fóru ein gongutúr upp á oynna.
Í Kallsoy vitjaði tey fyrst í gomlu smiðjuni í Mikladali. Eyðun Eliasen, bóndi, greiddi frá virkseminum í træsmiðjuni, sum er tann einasta, sum stendir eftir og vitnar um mongu handverkararnar, sum vóru í bygdini fyrr.
- Fyrst í 20. øld vóru 10 hús í bygdini. Tvey av teimum vóru træsmiðir, tvey jarnsmiðir og so fleiri grótlaðarar, so hetta var ein handverkarabygd burturav, sigur hann.
Hann sigur, at hann sjálvur minnist, at virksemi var í træsmiðjuni, so neyvan lat hon aftur fyrr enn í sjeytiárunum, heldur hann. Í smiðjuni sóu krúnprinsfamiljan ymiskt, sum er evnað til í smiðjuni, millum annað tengur, at trekkja tenn við og eitt brillustell.
Sìðani gekk leiðin fyrst í húsið hjá Kópakonuni, har kistan, sum húðin var fjald í, enn stendur, og síðani oman móti Kópakonuni, men á vegnum skuldi listarverkið Marjunar hav avdúkast. Meiri kann lesast um Marjunar hav her.
Við kópakonuna stóð Ingibjørg Hansen og sang. Ingibjørg Hansen er voksin upp í húsunum, sum Kópakonan sigst hava búð í. Hon sang tveir sangir fyri krúnprinsfamiljuni, áðrenn tey klivu upp á kneysin, sum Kópakonan stendur á.
Síðani var farið aftur til Klaksvíkar, har kommunan bjóðaði til døgurða.