Seinastu tíðina hava myndir av flotaðum bátum, og manningum teirra fylt facebook veggirnar. Havnarbáturin, Klaksvíkingur og aðrir bátar hava havt sína fyrstu venjing á vánni, og nú er leingið væntaða 5-mannafari, Ingibjørg, eisini flotað.
Klokkan 17 í gjár, hósdag 30. mars var móttøka og Havnar Róðrarfelag bjóðaði til hátíðarhald hendan dagin, og nógv fólk var møtt til stóru løtuna.
Takk til øll, ið á ymsan hátt hava veitt stuðul, so 5 MF Ingibjørg gjørdist veruleiki.
Fantastiskt at síggja, so mong til hátíðarløtuna í HR, í dag. Bæði rógvarar, ið hava róð í felagnum á ungum døgum, virknir rógvarar, familja og viðhaldsfólk.
Ingibjørg var ein kvinna, ið hevði alsk fyri kappróðri og Havnar Róðrarfelag, ikki minst felagsskapinum.
Vónandi kunnu vit øll bera hendan mentunar arv víðari - tað at hjúkla um hvønn annan, við góðum treysti, vóru vøkru orðini á facebook vanganum hjá Havnar Róðrarfelag.
5-mannafari er uppkallað eftir Ingibjørg Samuelsen í Hornið, sum ígjøgnum langt áramál var eldsál innan føroyskan kappróður og var serliga kend fyri sítt virksemið í Havnar Róðrarfelag. Vanligt hevur ikki verið at uppkallað bátar á hendan hátt, men henda rørandi vakra gerð kann møguliga vísa veg, til eitt nýtt rák.
Í fyrstu atløgu koma tvær barnamanningar og ein dreingjamanning at rógva í nýggja 5-mannafarinum í Havn.