Ingibjørg fekk ikki heiðursmerki

Ingibjørg Poulsen gjørdist nummar fýra, tá kappast varð í kúluvarpi sunnudagin

 

Kúluvarp

Jákup Mørk/Álvur Haraldsen ? Isle of Man


Tað eydnaðist ikki hjá Ingibjørg Poulsen at verja bronsumerkið, sum hon vann sær á Oyggjaleikunum á Gotlandi fyri tveimum árum síðani. Ein skaði í knænum darvaði føroyska kastaranum nakað í kappingini, men hóast hetta ikki hevði verið so, hevði talan neyvan verið um heiðursmerki.

Longsta kastið hjá Ingibjørg var í fimtu royndini, tá hon tveitti kúluna 10,72 metrar út á vøllin, og er hetta 18 sentimetrar undir føroyska met hennara.

Bronsumerkið varð tó vunnið við 11,67 sentimetrum, so har hevði hóast alt verið torført at gjørt nakað.

Sjálv tóktist Ingibjørg eftir kappingina eitt sindur irriterað um skaðan í knænum, sum forðaði henni at koma nóg langt niður í beinunum, men hinvegin gleddist hon um, at tað hóast alt eydnaðist at gerast nummar fýra. Fimta plássið fekk ein kastari við 10,71 metrum. Altso einum sentimetri minni enn Ingibjørg.