Bert 10 ár vóru ímillum mostrina og Símun, so hon hevur tá verið 29 ára gomul. Maðurin var til skips, tey áttu børn og Ingibjørg helt hús hjá foreldrum hansara. Í sama húsi búði eisini Herjálvur, sum var ógiftur. Hann arbeiddi í kolinum, Ingibjørg tók sær væl av honum alt hansara lív, so var eisini pápi hennara har at vera um. Mamman var farin og systkini, sum øll vóru væl eldri enn hon, vóru langt síðani gift og flutt úr bygdini. Døgurði stóð klárur til okkara og Ingibjørg var blíð og tíð sum altíð. Alla ta páskaferiuna ferðaðust vit í Sandvík.
Ingibjørg og Trygvi fingu 5 børn, bygdu sær stór hús og høvdu tað gott. Hann var sjómaður so leingi, sum hann orkaði, men alt ov tíðliga gjørdist hann álvarsliga sjúkur og doyði lítið meir enn seksti ára gamal.
Ingibjørg var húsmóðir burturav meðan børnini vóru smá, og hon hevði tey gomlu og teirra hús at passa, fekk sær síðani arbeiði har suðuri.
Tá ið systurin Paulina misti sín mann, hevði Ingibjørg longu verið einkja í nøkur ár. Børnini vóru øll vaksin og hon omma, og hon gjørdi ikki mætari enn, at hon flutti til Havnar, var hjá Paulinu, hjálpti henni og arbeiddi annars sum heimahjálp. Hon var Paulinu stórur uggi, altíð kát og fryntlig. Øll høvdu tað gott saman við Ingibjørg, tí hon var so kát, løtt og beinasom. Ingibjørg hevði so tað lukku at hitta Niels Oluf og tey gjørdust góð. Tey giftust og Niels Oluf og Ingibjørg fluttu inn í íbúðina hjá Paulinu og búðu har til Niels Oluf varð pensioneraður, og tey valdu at flyta aftur til Suðuroyar. Hesa ferð í hansara hús í Hvalba. Hesi árini í Havn var hon akkurát tað sama um systrina. Tey 3 ótu døgurða saman hvønn dag og Paulina gleddist eisini um at Niels Oluf var hjá teimum.
Enn er ikki ár síðani tey fluttu, og longu hava tey tó verið aftur fleiri ferðir ogt vitjað, og húsini í Hvalba hava tey sett sær í stand. Nú skuldu tey so átt góðar dagar, nú vanligi arbeiðsdagurin var av. Men so vildi lagnan ikki. Fyri góðum mánaða síðani gjørdist Ingibjørg veik, var til kanningar, og tungt var at vita, at krabbin hevði gjørt ov nógv um seg, áðrenn nakar visti av nøkrum. Skjótt gekk. Ingibjørg fór í morgun.
Góðu tit, Louisa, Alexandra, Tummas, Álvur og Snorri, gott var at tykkum untist, saman við Niels Olufi, at vera hjá mammu tykkara seinastu løtuna. Hon var so góð við tykkum og ommubørnini øll.
Paulinu og tykkum øllum verður stórur saknur, og tit skulu vita, at vit øll eru takksom fyri alt tað, sum hon í sínum hjálpsemi og fram um alt, verimáta, hevur verið henni og okkum øllum.
Niels Oluf, tykkara hjúnalag gjørdist stutt, og illa dugi eg at troysta, men minnið um eitt hjartaligt og hugnaligt samlív eigur tú, og vónandi hjálpir tað í sorgini.
Øllum tykkum, manni, børnum, ommubørnum, systrum og øðrum, sum sakna og syrgja, ynski eg, at minnið um Ingibjørg kann ugga tykkum, og at tit so líðandi fara mest at minnast góðar dagar, smíl og kæti hennara.
Jesus veri hjá tykkum!
Sunnumorgun 21. august
Súsan