Ingi verður á miðvøllinum í kvøld

Leikbannaðu spælararnir vera ikki millum teir fyrstu ellivu í kvøld, og ein av málskjúttunum í 3?2 sigrinum á Kasakstan varð sunnukvøldið millum teirra, sum vórðu sendir til hús

Kasakstan

Tá ið seinni dysturin ímóti Kasakstan verður á Tórsvølli í kvøld, verður arbeitt víðari frá dystinum sunnudagin í royndini at finna manningina, sum skal spæla EM undankappingardyst í Reykjavík hvítusunnuaftan.
Síðani tepra tapið á útivølli ímóti Týsklandi hevur verið greitt, at Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson ikki vera á liðnum ímóti Íslandi, tí teir eru leikbannaðir. Óli Johannesen kom til Føroya í gjár. Hann verður á beinkinum í kvøld. Um hann kemur inn, so verður tað fyri at verða fagnaður fyri sum fyrsti føroyski spælarin nakrantíð at hava spælt 60 altjóða skrásettar landsdystir.
Eftir 3?2 sigurin á Kasakstan á Svangaskarði fingu seks spælarar boð um, at teir ikki vóru partur av hópinum undan seinna dystinum. Teir vóru Heðin á Lakjuni, sum spældi allan dystin á tamb, og sum í sínum 10. landsdysti skoraði fyrsta landsliðsmálið ? til 3?0 stutt eftir steðgin ? Jóhannis Joensen, sum var elsti útispælari í føroysku leguni sunnudagin, og sum spældi 1. hálvleik, og so tríggir spælarar, sum í 2. hálvleiki sunnudagin vóru á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Atli Danielsen, Jónhard Frederiksberg og Símun Samuelsen, sum er fyrsti føroyski landsliðsspælarin yngri enn átjan ár, fingu at vita, at teir fáa ikki møguleikan í kvøld at tvífalda talið á landsdystum. Bjarni Johansen var einasti spælarin á beinkinum allar 90 minuttirnar. Hann verður ikki við í kvøld, tí nú er Jákup Mikkelsen tøkur.
? Eg skilji væl, um t. d. Jóhannis Joensen og Heðin á Lakjuni eru vónbrotnir av, at teir hesa ferð lupu av. Men teir eru framvegis inni í myndini.
Men tit hava framvegis Allan Joensen og Jan Inga Petersen á liðnum?
? Henrik Larsen hevur ongantíð havt Allan Joensen undir hond. Tí er hann framvegis á liðnum. Vit vilja fegnir undirstrika, at hetta hevur einki at gera við, um t. d. Jóhannis og Heðin í løtuni standa aftanfyri t. d. Allan Joensen, sigur Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari á landsliðnum, og hann leggur afturat:
? Jan Ingi stóð seg avbera væl sunnudagin, og hann hevur víst, at hann er góður møguleiki. Tað ræður um at geva honum støðugar royndir.

Ingi fær møguleikan
Henrik Larsen brúkti sunnudagin Fróða Benjaminsen á miðvøllinum í 1. hálvleiki og Julian Johnsson í 2. hálvleiki. Ætlanin er, at teir báðir eisini í kvøld skulu spæla hvønn sín hálvleik.
Tað er greitt, at Ingi Højsted verður við frá fyrsta bríksli, og tað kann hugsast, at Julian Johnsson verður makkari hjá honum. Fróði Benjaminsen og Jan Ingi Petersen vístu í 1. hálvleiki sunnudagin, at teir rigga væl saman. Eftir dystin í kvøld verður betri grundarlag at meta, hvørjir tveir av hesum fýra skulu vera á sentrala miðvøllinum ímóti Íslandi.
Ingi kom til Føroya á middegi sunnudagin, og hann sá komandi liðfelagarnar vinna 3?2 á Kasakstan.
Sum vit søgdu í blaðnum leygardagin, so verður Ingi Højsted í kvøld yngsti føroyski landsliðsspælarin nakrantíð. Sìmun Samuelsen fekk henda heiðurin, tá ið hann síðsta hálva tíman sunnudagin loysti Jákup á Borg av. Men metið verður bara standandi í tveir dagar.
Leygardagin var Ingi Højsted á U?17 liðnum hjá Arsenal. Teir vunnu 7?1 á Wolverhampton, og harvið tryggjaðu teir sær rættin at halda fram í kappingini um meistaraskapin fyri henda árgangin.
? Treytin hjá okkum var, at vit skuldu vinna í minsta lagið 4?0, og tað gjørdu vit væl og virðiliga. Spell at 1. lið hjá okkum ikki stóð seg betri enn 2?2 ímóti Bolton, staðfesti Ingi Højsted á Svangaskarði sunnudagin. Tá ið hann frætti, at Manchester United hevði vunnið 2?0 á Tottenham, helt hann tað verða torført hjá hansara felag at endurvinna meistaraheitið.
Venur tú saman við Bergkamp, Henry, Ljungberg, Vieira, Seamann og øllum hinum stjørnunum?
? Vit venja í sama øki, men vit venja ikki saman. Okkara árgangur venur fyri seg. Viðhvørt venja vit saman við eykamonnunum á besta liðnum. Eitt nú hevur Ray Parlour onkra ferðina vant saman við okkum. Men stjørnuspælunum havi eg ikki enn vant saman við, sigur Ingi Højsted, sum er sáttmálabundin at Arsenal inntil á sumri í 2005.
Roknar tú við at spæla á landsliðnum týskvøldið?
? Síðani fyri jól havi eg ikki verið plágaður av skaðum, og tað hevur gingið væl. Eg var við landsliðnum í Spania, og eg eri glaður um, at tað aftur nú vóru boð eftir mær. Eg rokni við at vera á beinkinum, og tá ið eg eri komin heim, vóni eg, at fáa nakrar minuttir á vøllinum, sigur Ingi Højsted. Hetta var frammanundan, at tað var okkum greitt, at hann verður við frá fyrsta bríksli í kvøld.

Liðið
Leygardagin søgdu vit, at Jón Rói Jacobsen ikki skuldi koma til Føroya fyrrenn sunnudagin. Hetta varð broytt, eftir at vit vórðu kunnaðir. Michael Laudrup var samdur við Henrik Larsen í, at fyri Jón Róa og harvið bæði Brøndby og landsliðið var tað betri, at hann kom til Føroya og spældi tveir landsdystir, heldur enn at hann sat á beinkinum hjá Brøndby sunnudagin og kanska spældi nakrar fáar minuttir. Tí var Jón Rói Jacobsen í miðverjuni sunnudagin. At hann í 2. hálvleiki fór av vøllinum komst av, at hann aftur skuldi spæla í kvøld.
Jón Rói var ikki heilt væl fyri sunnudagin. Undir venjing leygardagin beklaði hann. Tí var hann ivasamur sunnudagin, men undir upphitingini varð gjørt av, at hann skuldi vera við frá fyrsta bríksli.
Í gjár komu Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen og Christian Høgni Jacobsen til Føroya. Út frá dystinum sunnudagin, hvørjir spælarar vóru tøkir tá, og hvørjir eru tøkir nú, so kann roknast við, at liðið í kvøld fer at síggja soleiðis út: Jákup Mikkelsen ? Christian Høgni Jacobsen, Jón Rói Jacobsen, Hans Fróði Hansen, Súni Olsen ? Jákup á Borg, Ingi Højsted, Julian Johnsson, Rógvi Jacobsen ? John Petersen, Andrew av Fløtum.
Á beinkinum fara at sita Jens Martin Knudsen, Óli Johannesen, Pól Thorsteinsson, Allan Joensen, Jan Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen og Hjalgrím Elttør.
Einasti spælari, sum ikki hevur verið í myndini ímóti Kasakstan, og sum møguliga verður við ímóti Íslandi, er Jens Kristian Hansen. Hann hevur verið skaddur, men í síðstu viku fór hann aftur at venja.