Ingi var ikki við

Í seinastu løtu varð Ingi Højsted valdur frá til hópin hjá Birmingham, sum spældi steypdyst ímóti Reading týskvøldið.

Ingi hevði annars fingið boð um, at hann skuldi halda seg kláran til dystin, tí so nógvir av vanligu spælarunum á 1. liði ikki kundu verða við vegna skaðar og leikbann.
Birmingham vann dystin í FA Cup 2-1, men Ingi Højsted var hvørki á vøllinum ella á beinkinum til dystin.
Tað hevur gingið væl hjá Inga seinastu vikurnar. Hann er sloppin av við ein skaða, sum argaði hann, og hann hevur spælt á eykaliðnum hjá felagnum. Í næstu viku skal hetta lið spæla ímóti eykaliðnum hjá Manchester United.