Ingi Sørensen hevur leingið víst myndir fram á Facebook og aðrastaðni, sum hann hevur tikið í sjónum. Undirvatsmyndirnar hjá Ingi skulu nú prentast og gevast út í bókformati.
Sunnudagin verður fyrilestur í Norðurlandahúsinum, har Ingi Sørensen fer at vísa sínar myndir fram. Myndafrásøgn og fyrilestur verður hendan dagin, og fer Ingi at greiða frá um lív og landsløg í sjónum og á havbotninum kring Føroyar.
Sambært Facebook ætlar Ingi Sørensen sær, at bókin skal vera seld um allan heimin, og soleiðis geva útlendingum eina øðrvísi mynd av Føroyum.
Ingi er dykkari, og hevur tí nógvar royndir og upplivingar at greiða frá í samband við myndaframsýningina í Norðurlandahúsinum.
Fyrilesturin verður í høllini í Norðurlandahúsinum og tekur áleið 80 minuttir. Tiltakið byrjar klokkan 16.00 sunnudagin
Myndina eigur Ingi Sørensen.