TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Inga Olsen, venjara hjá VÍF, sum sá sínar menn í bólkafinaluni ímóti StÍF í Faxe Kondi steypakappingini tapa 27-28 (11-12) ímóti StÍF, sum merkir, at VÍF møtir H71 í hálvfinaluni.
Ingi Olsen ásannar, at hansara menn ikki leiktur nóg væl, men tað er ein støða heilt ímóti dystarloki, sum hann ikki er nøgdur við. Ingi Olsen vísir á, at sambært nýggju reglunum skal lið, ið fremur óítróttarligan atburð sektast harðari seinasta hálva minuttin, og tí skuldi VÍF fingið tillutað brotskast, sambært Inga Olsen, men hetta gloymdu dómararnir eftir Ingasa tykki.
Ingi Olsen ásannar, at tað verða tvær torførar hálvfinalur ímóti H71, men skal ein vinna Faxe Kondi steypakappingina kann ein líka so væl byrja við at vinna á H71.